Oktyl- og nonylfenol kunnu uppsavnast í og vera sera eitrandi fyri verur, sum liva í vatni. Kanningar hava víst, at oktylfenol og nonylfenol kunnu hava hormonlíknandi árin, og illgruni er um, at hesi evni kunnu hava árin á nøringina.
Nonylfenol eru harumframt etjandi og vandamikil at svølgja.
Evnini hava fjølbroyttar tøkniligar eginleikar, og hava tí verið brúkt í nógvum ymiskum vørum. Í vanligum húsarhaldsvørum eru tað mest nonylfenoletoksilat og oktylfenoletoksilat, sum verða brúkt. Hesi evni verða rættiliga skjótt brotin niður, men verða til nonyl- og oktylfenol í umhvørvinum. Etoksilat kunnu millum annað betra um spjaðing av flótandi evnum og virka feittloysandi í vaskievnum.
Nonylfenol, oktylfenol og teirra etoksilat (kemiskar sambindingar) eru bannað í fleiri vørum í ES og norðurlondum. Evnini eru tó ikki bannað í máling og lakki, smyrjiolju og hørðum viðgjørdum vørum.
Tær flestu vørurnar, sum innihalda nonyl- og oktylfenol, hava ikki vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú hyggja eftir:
Oktylfenol
Octylphenol
Nonylfenol
Nonylphenol
Oktylfenoletoxilat
Octylphenol ethoxylate
Nonylfenoletoksilat
Nonylphenol ethoxylate
Poly(oxy-1,2-ethanediyl), a-(nonylphenyl)-w-hydroxy-
Fenol, 4-nonyl-, forgrenet
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|